Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra eru við Grønland og tvey eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Streymurin er harður og veðrið verður ivasamt, so vit vænta ikki nógvan útróður, kanska nakað vestanfyri, tí tað verður liggjandi landnyrðingur. Fiskaríið er brúkiligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.

Ein ísfiskatrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og kemur at landa eftir páskir. Hinir liggja við brygju.

Øll pørini uttan trý eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað, tá veðrið batnar.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo