Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin fegnast um, at Harriet Høgnesen stillar upp til løgtingsvalið fyri flokkin..

Harriet er fødd i 1975 og er uppvaksin á Argjum

Harriet bleiv útbúgvin hárfríðkannarkvinna í 2002. Hevur umframt skeiðir í søluspsykologi rikið heilsøluvirksemi síðani 2010 saman við Hárfríðkannarstovuni.

Hon er júst útbúgvin heilsuhjálpari á Heilsuskúla Føroya.

Hon stillar upp tí hon so gjarna vil gera mun - helst vil eg síggja, at eldraøkið blívur eitt stað, har bæði starvsfólk og búfólk trívast.

”Eg veit, at vit kunnu fáa útbúgvingina á Heilsuskúlanum attraktiva, eisini til yngri fólk. 

Vit verða noydd at umstrukturera útbúgvingina, so mann fær løn undir útbúgving”, sigur Harriet Høgnesen. 

Hennara hjartamál eru m.a. eldraøkið.

Harriet sigur, at tað er týdningarmikið at varðveita og menna Heilsuskúlan í Suðri og útbúgvingina har. Eisini er tað týdningarmikið at fáa tað at bera til, at skúlin er har Suðri.

Hon heldur, at útbúgvingin eigur at skipast soleiðis, at henda eisini er tiltrekkjandi fyri ung at søkja á Heilsuskúlan - hetta treytar m.a., at løn verður latin undir lestrinum í 15 mánaðir, eins og gjørt verður í Danmark. Síðan eigur at vera roynt at halda starvsfólkunum til á arbeiðsplássunum við víðariútbúgving, skeiðum o.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo