Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur í dag almannakunngjørt útgávuna av fyrstu veruligu handbókini til tær sjey hugfangandi skaldsøgurnar um Dreingin, sum Slapp at Liva, við vøkrum myndprýðingum.
Kemur í oktobur 2023. Harry Potter gandaálmanakkin er ein framúrskarandi granskan av gandaheiminum, og vendir sær til ungar fjepparar, sum fara sína fyrstu ferð til Hogwarts, samstundis sum stuttligir loynidómar eisini eru krógvaðir í bókini, og ein rúgva av smálutum eru at leggja merki til fyri serkønu lesararnar. Harry Potter gandaálmanakkin er ein fantastiska flott skreytútgáva, ið egnar seg væl sum gávubók, sum heilt vist verður dýrmett í nógv ár frameftir.
Við støði í upprunaligu bókunum hjá J.K. Rowling er hesin Gandaálmanakkin alneyðugur sum eitt visuelt uppslagsverk við talvum, listum og gandasmálutum, eitt yvirlit yvir gandað ting, ótrúligar matvørur, undranarverdar plantur og undursom djór úr gandaheiminum. Í sjey stórslignum kapitlum kunnu lesarar læra meira um høgt elskaðar persónar, endurliva yndisløtur, læra um eiðir og svørjingar, leita eftir fjaldum loynidómum og villast inni í Hogwarts og har um vegir. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her.
Bókin inniheldur myndir eftir sjey gávaðar myndprýðarar ymsastaðni frá í heiminum – Peter Goes, Louise Lockhart, Weitong Mai, Olia Muza, Pham Quang Phuc, Levi Pinfold og Tomislav Tomić – hvørt listafólk lýsir gandaheimin hjá J.K. Rowling á sín egna serstaka hátt.
J.K. Rowling er rithøvundurin handan vælumtóktu Harry Potter-bøkurnar umframt fleiri sjálvstøðugar skaldsøgur og eina krimirøð á metsølulistunum. Tá hon fekk hugskotið til Harry Potter á eini seinkaðari tokferð í 1990, krutlaði hon tað niður og byrjaði at skriva røðina. Fyrsta bókin, Harry Potter og vitramannasteinurin, varð útgivin í Bretlandi í 1997 og á føroyskum í 2000. Røðin var liðug, tá seinasta bókin, Harry Potter og arvalutir deyðans, kom út samstundis kring allan heimin í 2007 – eisini á føroyskum. Søgan um Harry Potter er eisini gjørd til fleiri sera vælumtóktar filmar. Harry Potter-bøkurnar eru seldar í yvir 600 mió. eintøkum kring heimin á 85 málum, og ljóðbøkurnar eru avspældar í yvir ein milliard tímar. Sum tilhoyr til røðina hevur J.K. Rowling m.a. skrivað Undursom djór og har tey eru, sum er eitt yvirlit yvir gandadjór. Søgan um Harry heldur fram í einum leiki, Harry Potter og bannsetta barnið, har Harry er vorðin vaksin. J.K. Rowling skrivaði leikin saman við leikritahøvundanum Jack Thorne og leikstjóranum John Tiffany, og hann verður sýndur í fleiri ymiskum leikhúsum um allan heim. Eisini er gávubókin, Harry Potter – Eitt gandakent ár, komin út við einum sitati til hvønn dag í árinum. Nýggjasta barnabókin hjá J.K. Rowling er Jólagrísurin, sum kom út í 2021. BFL hevur útgivið allar omanfyri nevndu bøkurnar.
Harry Potter gandaálmanakkin verður útgivin á 35 málum (sum nú er). Tríggir týðarar hava týtt allar Harry Potter-bøkurnar til føroyskt. Gunnar Hoydal týddi tríggjar tær fyrstu bøkurnar, Malan Háberg týddi fjórðu bókina, og Bergur Rasmussen hevur týtt tríggjar tær seinastu bøkurnar í røðini og annað, sum er útgivið í Harry Potter-høpi. Tað er sostatt eisini Bergur, sum hevur týtt stóran part av Gandaálmanakkanum.
Harry Potter gandaálmanakkin kemur út kring heimin á hesum málum:
Bulgarskum, katalanskum, kinesiskum (torgreidd), kinesiskum (einfaldað), donskum, estiskum, føroyskum, finskum, fronskum ,týskum, grikskum, ungarskum, hebraiskum, italskum, japanskum, kasakstanskum, koreanskum, lettiskum, litavskum, mongolskum, norskum, pólskum, portugisiskum (Brasil), portugisiskum (Portugal), rumenskum, serbiskum, slovenskum, sponskum, svenskum, tailendskum, turkiskum, ukrainskum og vietnamesiskum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo