Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SSL: Strandferðslan skrivaði fyrr í vikuni undir sáttmála við Sp/f 12.08.09  um sølu av M/V Hasfjord til at høgga upp.

Felagið, ið keypti Hasfjord, heldur til á Skála. Skipið liggur í løtuni á Strondum.

Hasfjord varð upprunaliga keyptur úr Noregi í 2019 til at flyta byggiútgerð og betong um Skopunafjørð í samband við Sandoyartunnilin. Talan bleiv eisini um aðra farmasigling í oynna.

Kostnaðirnir av umvælingum, meðan Hasfjord var í rakstri, vóru høgir, og nógvir liggidagar vóru vegna ymisk brek ella óhapp. Eisini krøvini frá klassanum blivu meiri krevjandi.

Landsstýrismaðurin tók tí í samráð við Strandferðsluna um miðjan juni avgerð um at taka skipið endaliga úr sigling.

Hasfjord varð upprunaliga bygdur í 1975 og er harvið 48 ára gamal. SSL keypti skipið í desember 2019 fyri 3,5 mió.kr og umvældi tað fyri 5,2 mió.kr, so at samlaði úveganarkostnaðurin var 8,7 mió.kr.

Rakstrarkostnaðurin av Hasfjord fyri árini 2020 til 2023 var 21,2 mió.kr. Íalt blivu sostatt brúktar knappar 30 mió.kr upp á Hasfjord.

Hasfjord varð seldur til upphøgging fyri 410 túsund krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo