SSL: Eftir at Hasfjord í gjár aftan á klassasýn var klárur at seta í sigling aftur, stungu trupulleikar seg upp við bóvskrúvuni. Um somu tíð fekk Hasfjord aftur um skrúvuna. Hetta er aðru ferð upp á stutta tíð, at skipið fær um skrúvuna í Skopunar Havn. Í fjør fekk Hasfjord eisini um skrúvuna har.
Tá var talan um eitt traktordekk, og avleiðingin var ein kostnaðarmikil umvæling av gearunum. Í síðsta mánaða var talan um eitt lastbiladekk, tó tað ikki var stórur skaði. Tað kostar tó bæði tíð og pening at fáa skipið siglingarklárt aftur.
Í gjár mátti sleipari tilkallast úr Havn at flyta Hasfjord frá bryggju, so Ternan slapp. Kavari mátti koma úr Havn at taka dekkið av skrúvuni við hjálp frá traktori hjá einum bónda. Tað gekk áleið gott, og skaði var ikki komin á skrúvu og pakkdós. Sleipari og kavari kosta tó pening, og nógv tíð gongur við at fáa skipið siglingarklárt.
Skopunar Kommuna hevur fyri stuttari tíð síðani boðað SSL frá, at kavari hevði verið niðri og kanna havnina, og at har skuldu eingi dekk vera. SSL bað kavaran, ið nú fekk dekkið av skrúvuni á Hasfjord, hyggja niður undir skipið. Har lógu fimm dekk.
Í síðsta mánaða varð eftir umbøn úr Sandoynni gjørt av, at Hasfjord skuldi sigla longur, enn SSL hevði mælt til. Skipið er so mikið gamalt og í so ringum standi, at kostnaðirnir bara økjast dag fyri dag. Tann lítli møguliga vinnugurin, ið kundi verið við sølu til upphøgging, er nú kanska etin upp.
Fáar dagar eftir avgerðina um at leingja siglingina, gekk høvuðsmotorurin heitur, tá ið eitt krumtapsleiði brendi av, og skaði kom á sonevndu søluna á krumtapsakslinum. Tað eydnaðist at finna fram til ein veitara í Onglandi, ið kundi umvæla umfatandi skaðan. Umvælingin kostar einar 1,2 mió.kr, ið SSL ikki hevur játtan til.
Síðani varð farið í gongd við áður fráboðað og nevnda klassasýn. Fleiri partar gingu ígjøgnum sýnið, men standurin í trimum ballasttangum er nú so vánaligur, at eingin endalig tíðarfreist er til, nær tangarnir skulu vera liðugt umvældir. Í ringasta føri er talan um partvísa endurtøka av stóru umvælingini av Ternuni í 2021.
Klassin veitti eftir sýnið Hasfjord eitt fyribils loyvi, ið er galdandi inntil hálvan juni treyta av, at ein EEXI útrokning fyri CO-2 útlátið er avgreidd og til ta tíð góðkend. Sertifikatið er vanliga ikki eitt krav til SSL-ferjurnar, ið eru í innanlands sigling, men er eitt krav til Hasfjord, tí skipið hevur siglt ímillum lond seinastu fimm árini.
Væntandi fer Hasfjord aftur í sigling týsdagin 23. mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo