FAS: Annan dagin á rað er ein føroyskur nýbygningur skrásettur í Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS.
Í gjár var tað Akranes hjá Smyril Line, og í dag varð farmaskipið Hav Fles hjá Navigare Shipping í Søldarfirði skrásett. Hav Fles er systurskip hjá Hav Leiti, sum varð skrásett í FAS í summar, og er annar av fýra nýbygningum, sum Navigare Shipping letur byggja.
Føroysk shipping-vinna er av sonnum í eini spennandi menning við nýbygging, íløgum og stórum virksemi. Vit ynskja reiðaríunum blíðan byr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



