Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Mítt tastatur

Í fleiri mánaðar hevur ein felagsskapur sum kallar seg ”Samhugi við Palestina”, havt útifundir uttanfyri kioskina hjá Astu. 

Áhugin hevur ikki verið serliga stórur, men tey hava fingið frið at havt sínar útifundir.  

Seinasta týskvøld skipaði vinafelagið Føroyar Ísrael fyri upplýsandi tiltaki á Finsen. 

Tveir gestir úr Ísrael kunnaðu um trygdarstøðu landsins og hóttanir frá yvirgangsfelagsskapum sum Hezbollah, Hamas, ISIS, Islamic Jihah, Islamic brotherhood osv.

”Kioskbólkurin” møtti upp uttanfyri Finsen, væl stuðlaður av mælskum og uppøstum útlendingum við partisanturriklæði og drepandi eygum. 

Har var bæði herverk og stuldur í besta Hamas stíli, samstundis sum rakstrarróp vórðu rópt eftir friðarligum føroyingum, sum møttu upp til eitt lógligt og upplýsandi tiltak.

Hevði ”kioskbólkurin” upplivað ein brotpart av tí ágangi sum tey vístu á Finsen, hevði KVF óivað havt eina eyka tíðindasending, har eitt grátikór hevði fingið fría mikrofon. 

Onkur av stigtakarunum til regluligu útifundirnar uttanfyri kioskina, hevur eisini fingið merkiliga nógva mikrofontíð frá KVF.

Men tá somu fólk fremja ólógligan ágang á Finsen, hótta fundargestir, stjala og svína eitt ísraelskt flagg, letst KVF ikki um vón. 

Hetta tykist ikki at vera tíðindi og hevur tí als ongan áhuga hjá okkara ”óhefta” Public Service stovni.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #