Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vladimir Putin og Alexander Lukashenko hava gjørt avtalu um at Russland skal seta upp taktisk kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi í seinasta lagi 1. juli.

Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

At kjarnorkuvápn eru taktisk merkir, at tey ikki hava so sterkar løðingar sum tey strategisku kjarnorkuvápnini.

Londini bæði hava leingi havt tætt samstarv á hernaðarøkinum. Eitt nú hevur Russland longu frammanundan 10 flogfør sum kunnu hava kjarnorkuvápn umborð standandi í Hvítarusslandi.

Fáar dagar eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør høvdu tey í Hvítarusslandi eina fólkaatkvøðu um at broyta grundlógina, so kjarnorkuvápn aftur kundu vera í landinum. ES og onnur hava sagt, at umfatandi valsvik var framt á fólkaatkvøðuni, sum tí ikki er eftirfarandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo