Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Í miðstaðarøkinum vóru sethúsaprísirnir óbroyttir í 2023 í mun til 2022, meðan inntøkurnar eru vaksnar eitt vet. Miðalvøksturin hevur annars verið um 10% árliga í árunum 2018-2022. Í størru bygdunum eru sethúsaprísirnir lækkaðir við 5% í 2023, meðan ein hækking á góð 8% var í smærru bygdunum og ein lækking á 20% í Suðuroy/Sandoy í 2023 í mun til árið fyri.

Væntandi hava mongu rentuhækkingarnar seinastu tvey árini elvt til eitt størri varsemi hjá húsarhaldunum. Liggitíðin áðrenn sethúsini vórðu seld, longdist í 2022 og 2023, og útboðið av sethúsum minkaði. Harafturat herdu bankarnir krøvini til tiltøkupeningin, tá ið inflasjónini byrjaði at veksa, ið, saman við rentuhækkingunum, hevur verið við til at halda sethúsaprísunum niðri.

Skuldi økta rentustøðið elvt til lægri sethúsaprísir, er tað ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, uttan so at tað førir til tap í føroysku bankunum ella til eina stóra lækking í nýtsluni hjá húsarhaldunum, sum kann ávirka realbúskapin.

Flestu húsarhaldini eru tó sambært føroysku bankunum væl fyri fíggjarliga; tey gjalda skuld niður, eftirstøðurnar eru ikki fleiri enn vanligt, og tey biðja ikki um skáar í størri mun, enn vanligt. Harumframt tykist eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis at vera størri enn útboðið, og tað togar prísin uppeftir.    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo