Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri

Tórshavnar kommuna: 75 ár í kommunalari tænastu. Tað er veruleikin hjá Dagny Isaksen og Margrith Simonsen, sum hava starvast í Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu í ávíkavist 45 og 30 ár.

Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í tannlæknastovuni í Tórsgøtu í vikuni.

Til høvið handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny Isaksen gullheiðurstekin Tórshavnar kommunu, og Margrith Simonsen varð heiðrað við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu.

Á móttøkuni bar borgarstjórin fram eina heilsan til tær báðar sum tøkk fyri trúføstu tænastu teirra.

Borgarstjórin segði m.a.:

Dagny Isaksen, tú varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini 15. oktober í 1978. Sostatt  hevur tú verið í starvi í barnatannrøktini í samfull 45 ár.

Fyri 5 árum síðani fekst tú Dronningens fortjenstmedalju eftir 40 ár í starvi. Tað er ikki hissini!

Tú hevur øll árini verið ein trúgvur og góður tannatstøðingur. Tú fert stillisliga við hurðunum, og vit kunnu vera vís í, at tað, sum tú átekur tær at gera, tað verður gjørt til lítar.

Tú byrjaði á sinni eitt stutt skifti hjá Erling Simonsen, sála, síðani hjá Kjell Kojan, norska tannlæknanum, ið var í Barnatannrøktini eitt 2 ára skifti.

Seinni arbeiddi tú saman við Sigrid, síðan Katrin Reinert og seinastu mongu árini saman við Elspu Samuelsen, har partíðarstarvið verður deilt við Karlu Dahl.

Eg fari at takka tær fyri drúgva tænastu og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo