Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á fundi fyrr í vikuni varð Grunnurin Ólavur VN 138 stovnaður í Vestmanna, og endamálið er at varðveita søguliga ferðamanna- og postbátin Ólav, sum í eitt mannaminni var álitið hjá fyrst og fremst vágafólki á leiðini um Vestmannasund.

Báturin er heimahoyrandi í Vestmanna, og nú hann skjótt fyllir 100 ár var greitt, at vandin fyri forfalli bara vaks, um ikki onkur tók stig til at taka hond um bátin.

Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava latið pengar til arbeiðið, eins og aðrir privatir og almennir stuðlar. Tað fer helst at kosta hálvaaðru millión ella har á leið at seta Ólav í upprunaliga standin, meta fyrireikararnir. Einar 500.000 krónur eru longu savnaðar inn.

Í nevndina fyri grunnin komu Sámal Jákup Olsen umboðandi familjuna sum eigur Ólav, Bjørg á Rógvu fyri Vestmanna Kommunu, Hans Jóhann Sørensen fyri Kvívíkar kommunu, Bárður Nielsen og Pauli Zachariassen.

Ólavur skal til Nólsoyar, har bátasmiðurin Guðmundur S. Norðbúð hevur játtað at gera arbeiðið, sum er mett at taka hálvtannað ár.

Ólavur hevur eisini verið brúktur til nógv annað eitt nú at leggja káplar fyri SEV, útróður, hann hevur gjørt útferðir og ført seyð, fyri at nevna nakað.

Í 2030 eru 100 ár liðin síðani Ólavur varð flotaður á fyrsta sinni.

Jógvan í Skálum smíðaði Ólav.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo