Vánaliga veðrið darvar fiskiskapinum kring Føroyar, men fiskaríið er eisini vánaligt, tað sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri viku 14.
Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligur. Tey landa sum vikan líður. Tvey pør eru farin eftir gulllaksi. Eisini tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskarí, annar fiskar kongafisk, og hin er eftir blálongu. Teir landa helst mitt í vikuni, væntar Fiskamarknaðurin.
- Einki ísfiskalínuskip er til fikiskap, men helst fer okkurt út eftir páskir. Fýra frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Ísland, sigur Fiskamarknaðurin, sum ikki væntar nakað serligt av útróðri vegna veður, í øllum førum ikki fyrst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo