Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Gransking í havstreymum, veðurlagi og umhvørvi skal hava høga raðfesting í ríkisfelagsskapinum. Havstreymarnir í Norðuratlantshavi hava ávirkan á veðurlagið og umhvørvið í øllum Norðurevropa. Tí er tað náttúrligt, at havgranskingin í hesum økinum fær høga raðfesting og, at vit somuleiðis samstarva um granskingina í ríkisfelagsskapinum.

Veðurlagsbroytingarnar eru ein globalir trupulleiki, og øll lond í heiminum skulu tí samstarvast um hetta. Vit í Føroyum hava neyvan ávirkan á, hvussu Suðuramerika fyriheldur seg til veðurlagsbroytingarnar, men vit hava alt at siga, tá tað viðvíkur havøkið kring okkum!

Føroyar eru miðdepilin í ríkisfelagsskapinum, samstundis sum okkara granskarar eru í heimsflokki -  tí er tað eyðsæð, at ein havgranskingarstovnur skal staðsetast í Føroyum. Tað snýr seg um at taka ábyrgd av økinum kring okkum og raðfesta okkara tilfeingi.

Ein havgranskingarstovur skal vera miðdepil fyri altjóða gransking, har vit útbyggja og víðarimenna ta vitanina, vit allareiða hava. Føroyar skulu gerast attraktivt granskingarstað, ið betrar um møguleikarnar hjá okkum føroyingum at taka lut í granskingarverkætlanum, samstundis sum vit tryggja neyðugan kunnleika og vitan um havstreymarnar kring okkum.

Allur ríkisfelagsskapurin - og ja heimurin - verður ávirkaður av broytingunum í Norðuratlantshavi. Tí er hetta upplagt at bera fram á Fólkatingi.

Anna Falkenberg
valevni til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo