

Havnar Framburðsfelag: Í kvøld hevur Havnar Framburðsfelagi, sum er limafelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, skipað nýggja nevnd. Fleiri enn 100 limir luttóku á fundinum.
Í nýggju nevndini eru:
Hans Joensen, formaður
Malan Á Dul Nielsen, næstforkvinna
Fróði Ólason Olsen
Mona Breckmann
Birgir Nielsen
Inga Dahl og Jógvan Poulsen eru varalimir.
Nýggja nevndin í Havnar Framburðsfelag vil nýta høvið at takka fyrverandi nevndini og formanni floksins, Christiani Andreasen, fyri teirra arbeiði.
Eitt sera týdningarmikið løgtingsval stendur fyri framman, og tí verður fyrsti uppstillingarfundurin longu hósdagin 17. november kl.20.00 á 62N Hotel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo