Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høvuðsstaðarkommunan telir um nøkur ár helmingin av fólkatalinum í landinum.

Eg havi fleiri ferðir víst á, at okkum tørvar ein nýggjan heildarhugburð til Havnina sum landsins miðstøð, sum høvuðsstað hjá øllum føroyingum.

Sum er forða løgtingslógir fyri, at vit kunnu loysa bústaðartørvin. Løgtingið má eftir valið broyta hesar skipanir soleiðis, at tær ikki forða fyri, at kommunurnar sleppa at byggja vanligar bústaðir.

Okkara fremsta áhugamál er tí at fáa allar forðingar burtur, sum í dag forða okkum at menna bústaðarmarknaðin. Hesum hevur løgtingið ábyrgdina av og hesin skeivleiki skal rættast sum nakað av tí fyrsta, eitt komandi løgting fer í holt við.

Tingfólk mugu byrja fyrihalda seg til hesar veruleikar. Flestu kommunur hava sama tørv, men serliga høvuðsstaðurin tørvar fólk á løgtingi við røttum hugburði, fólk, ið síggja Havnina sum eitt prosjekt fyri allar Føroyar.

Standi tí saman um Havnina valdagin.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo