Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, mikudagin 19. oktober 2022 kl 16.30, verður almenn bókaframløga í Sjónleikarhúsinum í Havn, har Heðin Mortensen leggur fram ævisøguna “Heðin”.

Eyðsýnt er, at mangt hevur almennan áhuga í slíkari ævisøgu. Bókin lýsir hendingar úr barndóminum, ungdómstíðini, familjulívinum, politikkinum og ítróttarheiminum. Eisini er bókin lutvíst ein bygda- og ættarsøga.

Tað eru teir báðir garvaðu skribentarnir Óla Jákup Rólantsson og Hilmar Jan Hansen, sum hava skrivað bókina.

Farið varð undir eitt miðvíst søguligt savningararbeiði í 2009, og síðan hevur við savnsarbeiði og samrøðum verðið lagt aftrat fram til dagin í dag.

Á bókaframløguni í morgin fer Hilmar Jan Hansen at greiða frá tilgongdini við bókini, og Torkil Johannesen frá Virka fer at siga frá prenttilgerð og framleiðslu av bókini, eins og Heðin Mortensen sjálvur fer at greiða frá innihaldinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo