Sjóvinnustýrið: IMO tók undir við innstillingini og hevur latið Sergey Vasiliev heiðursbræv - Letter of Commendation - sum Sjóvinnustýrið fer at lata skiparanum.
IMO fekk í ár 47 tilnevningar til virðislønina fyri serligan reystleika á sjónum. Av hesum var ein vinnari (Caleb Halle frá US Coast Guard), meðan 17 onnur fingu heiðursbræv. Sergey Vasiliev er ein teirra, sum fekk heiðursbræv.
Hetta er fyrstu ferð Sjóvinnustýrið hevur innstillað nakað sjófólk til virðisløn. Vit eru sera fegin um, at dugnaligi skiparin fær ta tøkk og tann heiður, hann hevur uppiborið fyri at hava bjargað teimum báðum monnunum. Aðalmálið hjá Sjóvinnustýrinum er at verja mannalív á sjónum, og tá onkur við stórum dugnaskapi og dirvi fremur eitt bragd, sum bjargar lívum, so vilja vit vera við til at heiðra tey, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Á myndini sæst manningin á Nordic Quinngua saman við bjargaðu monnunum. Skipari Sergey Vasiliev er nummar 3 frá høgru. (Myndina eigur Nordic Bulk Carriers)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo