Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár var lítið hátíðarhald á Havnarskrivstovuni, har fleiri høvdu starvsdagar og Jógvan Páll Jensen og John Ove Hansen fingu heiðurslønir fyri ávíkavist 30 og 40 ára tænastu.

Borgarstjórin nevndi í røðu síni, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk sum hesi.

- Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hevur tað stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari at takka tykkum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og drúgvu tænastu fyri Havnina. Tórshavnar havn hevur altíð havt ein serligan leiklut í býráðnum. Eg haldi, at vit fyri nøkrum fáum árum síðani taldu, at fleiri enn 700 fólk høvdu sítt dagliga livibreyð av virkseminum í Tórshavnar havn.

- So tað er ikki smávegis týdning og ávirkan, eitt tílíkt arbeiðspláss hevur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann nevndi øll tey, ið vórðu heiðrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo