Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Á árligu filmstevnuni í Berlin fekk 81 ára gamli amerikanski leikstjórin, Martin Scorsese, í gjárkvøldið eina heiðursvirðisløn, Goldener Ehrenbar, fyri lívlangt virki innan film.

Heiðursvirðislønin hevur verið latin síðan 1982, og í fjør fekk Steven Spielberg hana.

Tá virðislønin varð handað, segði Scorsese, at filmurin sum listagrein stendur ikki til at doyggja, men er alla tíðina í  broyting, transformerar seg. Tað var ongantíð ætlanin, at filmur skuldi vera av einum slag.

Scorsese, sum sjálvur hevur brúkt AI tøkni í filminum The Irishman (2019), ber heldur ongan ótta í so máta.

- Sjálvt á Tiktok kann hin sermerkta røddin náa fram, eins og í einum fýra tíma longum filmi, ella sjónvarpsrøð, segði Martin Scorsese í Berlin í gjárkvøldið.

Dóttirin, Francesca, er íðin á Tiktok.

Í 2007 vann Scorsese Oscarvirðislønina fyri filmin The Departed.

Nýggjasti filmurin, Killers of the Flower Moon, er í tíggju førum í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina í ár.

Filmsfelagið víst tann filmin fyri fullum húsum hin 25. oktobur.

Filmstevnan í Berlin byrjaði 15. Februar og heldur fram til sunnudagin 25. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo