Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði herfyri Akseli V. Johannesen, løgmanni, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, á fund um tørvin á eini heildarætlan fyri dagstovnaøkið.

Borgarstjórin visti tá á, at stóra starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum bert kann loysast politiskt, um landsstýrið, løgtingið og kommunurnar seta seg saman at finna felags loysnir.

Í gjár var so fundur á Ráðhúsinum, har løgmaður, landsstýrisfólkini í fíggjarmálum og barna- og útbúgvingarmálum, saman við embætisfólkum tóku lut. Umframt borgarstjóran luttóku eisini Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Jan M. Laursen, leiðari á barna- og ungdómsdeildina.

Jóan Petur Hentze legði fyri við framløgu um støðuna í Tórshavnar kommunu, har serlig avbjóðing er, at ov fáir námsfrøðingar starvast á økinum, og at tørvur er á at útbúgva nógv fleiri námsfrøðingar.

Hann greiddi eisini frá, hvat kommunan hevur gjørt síðstu árini fyri at betra normeringar og arbeiðsumstøður annars, men at skert virksemi vegna starvsfólkatrot eisini er ein veruleiki. Harumframt tørvar kommununi at útvega fleiri pláss á dagstovni, sum aftur økir tørvin á fleiri starvsfólkum.

Partur av loysnini sambært kommununi er at útbúgva fleiri námsfrøðingar og at hækka lønina til námsfrøðiligu starvsfólkini á dagstovnaøkinum. Víst varð eisini til tilmælini frá Dagstovnaráðnum “Fyri barnsins besta” sum eitt gott boð uppá eina heildarætlan.

Løgmaður greiddi frá samgonguskjalinum, harímillum um ætlanirnar at geva dagstovnaøkinum eitt lønarlyft, at stytta um arbeiðsvikuna, og at økja um útbúgving av námsfrøðingum og hjálparfólkum.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum vísti eisini á tilmælini frá Dagstovnaráðnum og týdningin, at námsfrøðiligu starvsfólkini støðast á dagstovnunum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum umrøddi m.a. broytingar í skattaskipanini sum liður í lønarlyftinum og sáttmálaviðurskifti, har landsstýrið longu hevur verið í sambandi við Kommunufelagið tí viðvíkjandi.

Heðin Mortensen sigur eftir fundin, at beinleiðis niðurstøður vórðu ikki gjørdar.

- Men eg fegnist um, at kommunan kann vænta at fáa heimild til at hækka lønirnar á dagstovnaøkinum, og at landsstýrið nú fer at styrkja um útbúgvingarnar til økið. Parturin hjá kommununi at betra um umstøðurnar á dagstovnaøkinum skal ikki liggja eftir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo