Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Reingerðartænastan í Tórshavnar kommunu hevur verið ein sólskinssøga, har eldri borgarar í Tórshavnar kommunu síðani 2019, sum ikki hava megnað at hildið reint heima, hava havt ein møguleika at søkja um ískoyti til reingerðarhjálp. Vit vilja hava okkara eldri borgarar at búgva heima sum longst, tí hetta er eitt ynski tey allar flestu eldri borgarar hava, og  tá man ikki megnar longur at halda tað reint av heilsuávum, hevur kommunan veitt eitt tilboð til teirra.  Eisini er tað fíggjarliga skilagott fyri kommununa, tí at tað útsetir tørvin á dýra røktarheimsplássin.  Her fyri kom eitt tilmæli frá umsitingini um at avtaka hesa tænastu, tí hon var vorðin ov dýr. Hetta tók eldranevndin ikki undir við, men niðurstøðan var istaðin at heita á  umsitingina um at endurskoða reingerðartænastuna, og at tað bleiv gjørd ein visitatión, ein tørvsmeting av teimum sum fingu tilboðið, soleiðis at vit tryggjaðu okkum, at tað bert vóru tey sum ikki sjálvi megnaði sjálvi at gera reint heima.

Eisini skuldi kannast eftir við heimatænastuna og harvið  heilsuhjálparafelagið um limir teirra kundu taka á seg ein part av uppgávuni.

Tá málið kemur aftur fyri eldranevndina framgongur tað ikki, at limirnir hjá heilsuhjálparfelagnum ikki taka undir við ætlanini, og ei heldur kom tað fram, at tað einans skuldu vera limir í heilsuhjálparafelagnum, sum ikki hava tikið útbúgving, sum skuldi standa fyri arbeiðnum. Undirritaða metir hetta vera sera álvarsligt, tí hetta kann vera viðføra at góð starvfólk velja at fara úr starvi, starvfólk, sum vit ikki hava ráð at missa, eins og hetta ikki er við til at kveikja áhugan fyri at starvast innan eldraøkið.

Somuleiðis er hetta eisini við til at seta kílar ímillum limirnar hjá heilsuhjálparafelagnum, millum tey, sum hava nomið sær eina útbúgving og tey, sum ikki hava. Sum skilst hava  hjálparfólkini nú takkað nei til hesa ætlan og tískil verða tey  søgd úr starvi og sett av nýggjum við lægri brøki. Við øðrum orðum verða 8 tímar vaktímar styttar niður í 7 tímar bert hjá hesum starvsbólki. 

Sitandi løgtingssamgonga hevur veitt eitt lønarískoyti til heilsuhjálparar, bæði til teirra við útbúgving og uttan,  men nú verður tað tikið frá heilsuhjálparunum  uttan útbúgving, sum starvast innan heimatænastuna við at seta tey niður í tíð og harvið løn.  Skulu vit trekkja starvfólk til eldraøkið, sum frammanundan hevur tað trupult við at fáa starvfólk, so er hetta ikki ein gongd leið, og hetta var somuleiðis heldur ikki tað, vit fingu lagt fyri eldranevndina, tá málið varð viðgjørt, og tí verður hetta málið lagt fyri býráðið til nýggja viðgerð fyri at fáa málið aftur á beint. Mælt verður tí til, at tað ikki eru starvfólkini á eldraøkinum, sum skulu bera hesa uppgávuna at gera reint.

Undirritaða hevur lagt málið fyri býráðið til nýggja viðgerð og málið kemur fyri á býráðsfundi tann 24. apríl.

Annika Olsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo