Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nógv verður snakkað um at opna fleiri deildir av Heilsuskúlanum.

Sannleikin er, at um tey opna nýggjar deildir á hvørjum tanga, so fáa tey ikki nokk av næmingum allíkavæl. Lønirnar hjá teimum, sum arbeiða á eldraøkinum eru millum tær lægstu í landinum. Serliga tá tað snýr seg um yvirtíð.

Valevni hjá Framsókn og Fólkaflokkinum siga, at arbeiðsmarkaðurin skal taka sær av hesum, men her riggar marknaðurin ikki einsamallur, og tað kann mann ikki lasta fakfeløgini fyri.

Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum vil hava lønarlyft til umsorganarøkið og, sum vil stytta arbeiðsvikuna, sum ger tað skjótari at fáa yvirtíð.

Henrik Old
Valevni hjá Javnaðarflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo