Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost: Flest øll í Føroyum munnu vita, at Bakkafrost alir og framleiðir dygdarvørur úr laksi. Eyðkendu Bakkafrost-eskjurnar við frystum laksaportiónum hava verið at sæð í føroysku handlunum í nógv ár.

Men alt fær ein enda, og í sambandi við, at Bakkafrost er vaksið útum landoddarnar og nú hevur aling og framleiðslu í fleiri londum, hevur Bakkafrost valt at broyta navnið á vørunum, ið eru aldar og framleiddar í Føroyum, til Heimland.

Heimland verður sostatt at síggja í føroysku handlunum í staðin fyri Bakkafrost, men sjálvandi við somu góðu góðsku, sum áður.

Tað er ikki bert navnið og útsjóndin, sum verður broytt, men tað verða fleiri ymiskar vørur í føroysku handlunum at velja ímillum.

Fólk fáa sostatt møguleika at keypa feskan, frystan og royktan laks, sjálvandi uttan bein, so hann er lættur at brúka beinleiðis úr nýggju Heimland-eskjuni.

Vónandi taka føroyingar Heimland-vørurnar til sín, tí tær eru vælsmakkandi, heilsugóðar og burðardygt framleiddar í Føroyum frá byrjan til enda.

Heimland-laksurin verður klaktur í Føroyum, fóðraður við føroyskum fóðri, framleitt í Fuglafirði úr føroyskum rávørum. Heimland-laksurin svimur í føroyskum sjógvi og verður kruvdur, skorin og pakkaður í Føroyum, áðrenn hann endar á døgurðaborðum í Føroyum og kring heimin.

Eitt sindur um “Heimland”:
Vørumerkið Heimland er valt av fleiri orsøkum. Heimland vísir til upprunan hjá Bakkafrost í Føroyum, men tað vísir eisini til laks, sum ferðast úr áunum í Evropa til økið kring Føroyar at eta seg stóran og sterkan, áðrenn hann ferðast víðari í áirnar at gýta.

Føroyar eru sostatt bæði heimland hjá laksinum hjá Bakkafrost og hjá evropiskum laksi.

Saman við Heimland verður føroyska náttúran, Merkið og grafisk snið av fjøllum, havi og laksi nýtt. Tvs. Føroyar eru snúningsdepulin, tá ið Bakkafrost marknaðarførir og selur laksavørurnar á marknaðum kring heimin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo