40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Joe Lynn Turner, sum var í Rainbow, sang Street of Dreams og aðrar kendar sangir á 40 ára føðingardagsveitsluni hjá Smyril Line sum var í gjárkvøldið, har um túsund fólk vóru boðin við, og Lars Løkke Rasmussen helt talu um videolink.

Joe Lynn Turner, sum er 71, hevur júst givið út plátuna Belly of the Beast. Í hesum sambandi hevur hann avdúkað, at síðan barnaár hevur hann havt alopecia totalis, og tí gingið við parykki síðan hann var 14 ár.

Fremstu føroysku tónleikarar spældu saman við Joe Lynn Turner á veitsluni sum var í Skúlanum á Fløtum.

Ólavur Frederiksen tók mynd og videobrot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo