40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik boðar í dag frá, at Heini Thomsen fer frá sum ein av stjórum bankans.

Tað er annars ikki longri síðani enn juli í fjør at bankin boðaði frá, at Heini Thomsen, sum er statsautoriseraður grannskoðari, fór at hava sína dagligu gongd á leiðsluskrivstovuni, men í dag sigur bankin í børsfráboðan, at av tí at Heini Thosen ikki bleiv góðkendur av tryggingareftirlitinum til at sita í nevndini hjá tryggingarfeløgum bankans, so er semja gjørd ímillum bankan og Heina um, at hann fer frá.

Orsøkin til, at Heini Thomsen ikki bleiv góðkendur av tryggingareftirlitinum er, at ov stutt tíð var fráliðin frá tí at hann í starvi sínum hjá grannskoðarafyritøkuni Januar var við til at grannskoða og undirskriva roknskapin hjá BankNordik og dóttirfeløgunum, til hann sjálvur sat í nevnd og leiðslu har.

Bankin hevur áður boðað frá at forstjórin, Árni Ellefsen, fer frá 1. apríl.

Les eisini:

Fyrisitingarligur ruðuleiki á Skálatrøð 20?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo