Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Svenski mótstøðumaðurin í toppdystinum í kvøld - 58 ára gamli Michael Wiedenkeller.

Svenski mótstøðumaðurin í toppdystinum í kvøld - 58 ára gamli Michael Wiedenkeller.

Talvsamband Føroya: Klokkan fimm í dag verður fyrsti leikurin fluttur í avgerandi talvinum millum føroyska stórmeistaran Helga Dam Ziska og Michael Wiedenkeller úr Luksemburg um hvør av teimum verður vinnari í smálandakappingini millum bestu telvarar í smátjóðum í Evropa. Upp á spæl er eitt atgongumerki til World Cup stevnuna, sum er fyrsta stigið í heimsmeistarakappingini fyri einstaklingar.

Tað stendur framvegis á jøvnum millum Helga og Wiedenkeller eftir sjeynda umfar í gjárkvøldið. Báðir vunnu. Helgi vann á Constantinou av Kyprós og Wiedenkeller vann á Carpenter av Jersey. Báðir hava nú 6½ stig hvør. Helgi telvaði remis móti stórmeistaranum Igor Efimov, og Wiedenkeller móti Jake Darmanin. Annars hava teir vunnið alt.

Og nú møtast teir í innanhýsis talvinum í áttanda og næstsíðsta umfari í Small Nations-kappingini. Kappingin stendur millum telvarar av Kyprós, Malta, Andorra, Luksemburg, Monako, Føroyum, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Wiedenkeller vann fyrstu kappingina í 2014 og Helgi í 2016 og 2018. Telvað hevur verið annaðhvørt ár, men í fjør var kappingin útsett vegna korona. Nú verður telvað í fjarstøðu umvegis teldur. Føroysku telvararnir sita á Hotel Føroyum saman við Hans Hjalta Skaale, altjóða talvdómara, og Finnbjørn Vang, formanni í Talvsambandi Føroya. Vakmyndatól er í hvørjum rúmi, ið telvarar sita í í hvør sínum landi umframt dómarar á hvørjum staði. Ein høvuðsdómari í uttanveltaðum landi hevur so yvirumsjón við, at alt fer rætt fram.

Helgi má vinna
Hóast Helgi og Wiedenkeller eru javnir í stigum, hevur altjóða talvmeistarin í Luksemburg munin í mótstøðustigum, sum er eitt slag av fínteljing. Tað ber í sær, at hann stendur seg við javnleiki í innanhýsis toppdystinum. Meginorsøkin er tann, at hann hevur vunnið á stórmeistaranum Igor Efimov, sum er nummar trý í røðini, og Helgi telvaði javnt móti honum. Men vinnur Helgi í kvøld, so er hann samstundis vinnari í Small Nations kappingini 2021, sama hvussu úrslitið verður í síðsta umfari. Endar talvið javnt, verður avgerandi, hvussu leikur fer í síðsta umfari sunnudagin, men tá hevur Wiedenkeller allar møguleikar at avgera kappingina.

Helgi hevur hvíta fólkið í hesum avgerandi lyklatalvinum, og tað er í sjálvum sær ein evarska lítil fyrimunur. Er nakar favorittur at vinna, so má tað vera okkara maður. Helgi er stórmeistari, hevur hægri styrkital, er yngri - 30 ár - og hevur hvíta fólkið.

Michael Wiedenkeller er svii, men hevur búð og arbeitt í Luksemburg í fleiri ár. Hann var í síni tíð millum fremstu telvarar í Svøríki. Michael Wiedenkeller er nú 58 ára gamal, og hevur ikki verið eins virkin telvari hesi seinnu árini sum fyrr. Nevnast kann, at hann vann sterku almennu svensku nýggjárskappingina Rilton Cup í 1985/86, hann telvaði á svenska landsliðnum, í 1985 var hann á triðja borði hjá Svøríki, sum vann víðkaðu norðurlendsku 8-landakappingina við Polandi og Vesturtýsklandi aftrat norðanlondum. Í dystinum móti Føroyum ta ferðina vann hann á John Jacobsen. Og í 1990 vann hann svenska meistaraheitið í einstaklingatalvi - ivaleyst glæsiligasta avrik hansara. Wiedenkeller flutti í 1997 til Luksemburg við familjuni. Har hevur hann starvast í SE-bankanum. Í 2010 játtaði hann eftir áheitan frá luksemburgska talvsambandinum um at skifta sín talvtjóðskap, so at hann kundi umboða Luksemburg í framtíðini.

Luitjen remis móti stórmeistara
Í sjeynda umfari í gjárkvøldið eydnaðist 15 ára gamla Luitjen Akselsson Apol at stríða seg til javnleik móti stórmeistaranum Igor Efimov úr Monako - tvífaldur italskur meistari í 1998 og 1999. Luitjen var leingi undir hørðum trýsti, men loftaði sær, tá stórmeistarin snávaði í avgerandi løtu. Frálíkt Luitjen!

Støðan eftir sjeynda umfar

1.-2. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 6½ stig

1.-2. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 6½ stig

3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 5 stig

4. Jake Darmanin 2106 (Malta) 4½ stig

5. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 4 stig

6. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 3½ stig

7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 2 stig

8. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 1½ stig

9. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig

10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) ½ stig

8. umfar (24. apríl) kl. 17:00

Helgi - Wiedenkeller

Righi - Luitjen

Efimov - Brezmes

Constantinou - Darmanin

Carpenter - Berend

Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik í áttanda umfari í kvøld á heimasíðuni chess24.com. Kappingin nevnist european-small-nations-hybrid-championship-2021.

Byrjað verður klokkan 17, og so verður telvað út á kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo