Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Myndir: Dávur Winther

Myndir: Dávur Winther

Sí myndir her

Í dag lat upp forvitnislig framsýning við tin-lutum í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við listaverkum, sum gerðamaðurin Helgi Joensen hevur gjørt.

Helgi hevur stórsta part av lívi sínum búð í Noregi og nú seinni árini í norður Jútlandi, har hann eisini hevur havt verkstað sítt.

Bárður Jákupsson, listamaður hugleiddi um listina hjá Helga og aldargamla tinið, sum Helgið er vorðin víða gitin fyri at evna til á sersatkan hátt, ið er hansara egni. 

Helgi Joensen er føddur í 1932, og er sonur Óla Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági. Tí vóru eisini nógv av ættarfólkum hansara, bæði har vesturi frá og úr Klaksvík við til ferniseringina og vildu sleppa at heilsa uppá listamannin – Eisini skyldfólk hansara úr Noregi vóru komin higar at heiðra hann, tí hann hevði latið eitt orð falla um, at hetta helst var ein av seinastu ferðum hansara til Klaksvíkar, hagar hann vildi sleppa at heilsa uppá einaferð afturat.

Kend er søgan um Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938, og at pápi Helga, Óli Joensen var skipari henda lagnutúrin. Frá Otto hjá Dáva úr Gerðum, - Dávur var, sum av Skálanesi og seinasti skipari, ið snakkaði við Óla, lagnunáttuna – fekk Helgi fyri nógvum árum síðan afturlanternuna av Fossanesi.

Henda lanterna hevði ligið á loftinum á Vágsheygnum, og tá ið Otto spurdi mammu sína, Armgarð, hvat hetta var fyri ein lanterna, fekk hann at vit, at hetta var afturlanternan á Fossanesi, sum royndi við gørnum, eins og Skálanes, tá ið teir fórust.

Hesa lanternu hevur Helgi havt við sær alla staðni og varðveitt hana sum reyðagull – sum eitt av fáu ítøkiligu minnunum um pápa sín.

Men nú á hesi serligu ferð síni til Klaksvíkar hevði Helgi lanternuna við sær og handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóra hana til Klaksvíkar býráð at hava í varðveitslu.

Borgarstjórin tók tí eisini orðið og takkaði fyri hesa serligu gávuna, ið hann visti hevði havt serstakan týðning fyri Helga, sum misti pápa sín, bert fýra ára gamal. Borgarstjórin lovaði at veita lanternuni tann heiður, henni var uppiborin og seta hana á heiðurligt stað.

Inn ímillum innsløgini spældi Dávur Birgsson uppá guittar nøkur klassisk løg.

Ein serstøk frámsýning við serligari heimslist, ið sanniliga er eina vitjan verd. Framsýninginhongur upp til og við á Norðoyastevnu 3. juni.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo