Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Javnan er spurningurin um barsilgjaldið til umrøðu og oftast verður sjóneykan sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað. Hesum er Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, samdur í, men vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini. 

Tí hevur hann sett Ingilín D. Strøm,landsstýriskvinnu, nakrar spurningar um málið.

Lógin um barsilsskipan sigur, at tað er kvinna sum fer frá arbeiði orsaka av viðgongu, barnsburði ella ættleiðing, sum hevur rætt til barsilspening fyrstu 14 vikurnar. Spyrjarin er serliga áhugaður í at frætta, hvussu nógvar av hesum kvinnum hava fingið eitt útgjald, sum er lægri enn ávikavist 12.000 og 15.000 kr. um mánaðin. 

Sí allan fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/59309

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo