



Høgni Hoydal avvísti í tjaksending í D&V í kvøld, at nakrar broytingar vóru gjørdar í nevndini í Føroya Tele undir undanfarnu samgongu, sum løgmaður vísti á, men her boðar fyrrverandi samgongufelagin hjá Høgna Hoydal, Poul Michelsen, frá broytingunum undan aðalfundinum í Føroya Tele, broytingar sum síðan vórðu framdar.
Henda samrøðan í KVF er frá 13. apríl 2018, meðan Høgni Hoydal var varaløgmaður og Poul Michelsen vinnumálaráðharri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo