Ofta argast fólk yvir, at prísurin á elbilum er onki minni, hóast avgjøldini eru tikin burtur.
Í samband við, at løgtingið viðgerð lógina um at elbilar skulu halda fram at vera avgjaldsfríir eru ymisk tøl komin fram í nevndarviðgerðini. Eitt nú ber til at síggja innkeypsprísin á 35 ymiskum bilamerkjum og -sløgum, tað sonevnda CIF virði, sum stendur fyri Cost, Insurance & Freight, ella við øðrum orðum prísurin áðrenn vinning og avgjøld - sum altso ikki eru á sambært uppskotinum (skjal C4).
Endamálið við uppskotinum er at gera tað bíliagari at keypa bilar sum ikki dálka so illa. Tað kemur eftir ætlan úr nevndarviðgerð 1. mars og fer so til aðru viðgerð í Løgtinginum.
Í sínum hoyringsskrivi mælir Elbilafelagið til at seta prísloft á, so dýrir elbilar ikki fáa nakran stuðul (SkjalD).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo