Tíverri ætlar landsstýrið at gera ta skilaleysu gerð at spara serlæknapuljuna burtur í komandi fíggjarlóg. Eg havi virðing fyri avgerðini hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, tí hon raðfestir tað, hon heldur vera rætt. Vit eru bara nógv, ið eru sera ósamd. Landsstýriskvinnan hevur nú fleiri ferðir svarað miðlunum, at um hon kemur fram á pengar, so veit hon, hvar teir skulu fara.
Eg hugsi, at tað rætta er at koma við konstruktivum hugskotum. Tí fari eg at mæla landsstýriskvinnuni til at finna peningin í óneyðugum longum sjúkraferðum og viðgerðum. Har eru pengar, ið kunnu brúkast skynsamari. Krev kreditnotur frá danska heilsuverkinum og bjarga serlæknapuljuni.
Sender i så en kreditnote?
Hatta vóru orðini hjá pápa mínum í farna mánaði, tá læknin á Ríkissjúkrahúsinum fortaldi honum, at planlagda skurðviðgerðin var útsett (og tað bleiv hon heili tríggjar ferðir).
Boðberðin helt tað ikki vera so álvarsamt, tí hetta var jú eitt luksus sjúkrauppihald við song, mati og øllum íroknað. Alt varð jú goldið av skattgjaldaranum, segði læknin smílandi.
Betalt af hvem? Pápi skundaði sær at spyrja læknan, um hann visti, hvør gjaldandi skattgjaldarin er?
Nú bleiv læknin ivandi. Nei, hann visti ikki, hvat pápi tosaði um. Læknin visti ikki, at tað er føroyski skattgjaldarin, sum rindar fyri allar tær óneyðugu gistingarnar á donsku sjúkrahúsunum, fyri viðgerðir, sum kundu verið útsettar áðrenn fráferð, fyri fylgjarar sum fara við, fyri flogflutning og fyri alt, sum hevur við eina sjúkraferð at gera. Eina sjúkraferð, ið ikki altíð er neyðug.
Hjá pápa var tað neyðugt at fáa skjóta hjálp fyri pínu. Føroyski landskassin mátti rinda tíggjutalstúsund krónur, sum kundu verið spardar, um bara landssjúkrahúsið hevði eina greiða avtalu við tænastuveitaran.
Hetta kann fíggja serlæknapuljuna
Eg skrivaði ein stubba á facebook um hendan spurningin, sum pápi mín setti læknanum. Og síðani tá er tað bara vorðið greitt fyri mær, at tað er hald í døminum. Sera nógv fólk hava skrivað til mín og greitt frá nógv grovari upplivingum og líknandi dømum. Tíverri tykist tað meira sum reglan enn undantakið, at tað sum føroyska heilsuverkið væntaði og ætlaði, tá sjúklingurin fór av landinum, ikki verður útint.
Vit mugu hava vanligar keypstreytir fyri vørur og tænasturnar, vit rinda
Vit mugu tryggja okkum, at tær avtalur, vit gera, virka eftir somu treytum, sum vit kenna við almennum útboði. Útbjóðarin setir treytirnar, og innkomnu tilboðini seta prísin.
Veruleikin er, at donsku sjúkrahúsini ikki eru “okkara” heilsuverk. Tá tað er landskassin, sum skal rinda, virka tey sum privat sjúkrahús. Vit keypa tænastur, og tí má tann, sum rindar, eisini seta neyðug krøv. Blokkurin við kreditnotunum skal liggja á skriviborðinum á fíggjardeildini.
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



