Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Framsýningin eitur ''Creature Feature - A Dark Art Exhibition'', og verður hildin á Shape Gallery, í Philadelphia, New York City. 

Og ein av teimum sum verður við á framsýningini er føroyska Herdis Sandberg Rasmussen.

- Ein av fyriskiparunum kontaktaði meg á Facebook, og spurdi, um eg vildi vera við. Tað ljóðaði spennandi, og eg segði ja, sigur Herdis Sandberg Rasmussen, tá ið VP spyr.

- Eg havi síðani sent 5 verk inn, sum skulu vera við í framsýningini, alt tekningar, sigur hon.

Herdis Sandberg Rasmussen sigur, at hon hevur teknað so leingi sum hon minnist, og er sjálvlærd fyri tað mesta. Hon var tó á kunstháskúla í Holbæk, Danmark, í 2014.

Listaframsýningin letur upp 6. oktober, og endar tann 27. oktober.

Hetta eru nøkur av verkunum, sum hon hevur sent til framsýningina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo