Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini sum hava verið í verkfalli hava í kvøld undirskrivað nýggjan sáttmála.

Høvuðsinnihaldið í semjuni er hetta:

  • Løn

1. mai 2024 hækkar grundlønin 3,25%, umframt ein serstøk viðbót á 3,75 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.

1. mai 2025 hækkar grundlønin 3,23%, umframt ein serstøk viðbót á 3,50 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítðiðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.

  • Eftirløn

1. mai 2024 verður eftirlønin roknað av allari A-inntøku.

1. mai 2025 verður eftirlønargjaldið hækkað til 12,0% av allari A-inntøku.

  • Reingerðarviðbót

1. mai 2024 verður fyri reingerð goldið grundløn + 0,35% um tíman.

Harumframt eru aðrar broytingar avtalaðar í ávegis semjum, sum eru gjørdar sum partur av samráðingunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo