Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hervør Pálsdóttir varð á tingbólkafundi í gjár vald til virkandi næstforkvinnu í Tjóðveldi, nú Sirið Stenberg umboðar flokkin í landsstýrinum.

Sambært reglum floksins kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk.

- Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir.

Umframt at vera næstforkvinna, er Hervør eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo