Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HSF: Venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið hesar U16-kvinnurnar til European Open, sum verður 1. til 5. juli í Gøteborg.

Málverjar:
Bára Vatnhamar, H71
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Anna Katrina Poulsen, StÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Sólveig Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Lamhauge, Tjaldur
Anna á Borg, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Elinborg Kunoy, VÍF
Sára Thorleifsson, VÍF

20 lond luttaka í kappingini og verður leikt í 4 bólkum við 5 liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur A: Týskland, Niðurlond, Sveis, Slovakia, Finnland
Bólkur B: Kroatia, Noreg, Ísland, Føroyar, Litava
Bólkur C: Frakland, Svøríki, Portugal, Pólland, Turkaland
Bólkur D: Ungarn, Rumenia, Kekkia, Spania, Kýpros

Liðini nr. 1 og 2 úr hvørjum bólki koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini 1-8, meðan liðini sum enda nr. 4, 5 og 6 spæla B-endaspæl um plássini 9-20.

Ovast 7 liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics í Skopje Norðurmakedonia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo