Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Inflatiónin hevur tikið dik á seg og vit uppliva ógvusligan prísvøkstur á fleiri vørum. Vit hava áður hoyrt umboð fyri byggivinnuna í Føroyum greitt frá um prísvøkstur á timbri og øðrum byggitilfari farna árið. Brennievni og nógvar matvørur eru farnar sama veg.

Ein koyring á prísportalinum Pricerunner, sum Finans kunngerð, vísir, at onki er dýrkað so nógv sum viður hetta árið. Prísvøksturin er heili 373 prosent, sum er ein ábending um, hvat ein skal vænta sær í ymsu timburhandlunum. Ein orsøk til hetta er, at eftirspurningurin er stórur um allan heimin, tí nógv verður bygt. Men ein orsøk er eisini, at ein klukka sum oyðileggur børkina á trænum hevur gjørt um seg í Kanada, og oyðilagt stór skógarlendi har.

Eisini elektroniskar vørur eru dýrkaðar heilt nógv hetta farna árið. Her er tað trongar í veitingini sum hava gjørt, at prísirnir eru so nógv øktir.

Sum er tó farið hinvegin. Eitt nú er slíkt sum skrivstovulutir og maskinur til venjingarmiðstøðir blivnar meira enn 20 prosent bíligari seinasta árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo