Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu trýtur ráð
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

FIRUM: Fimm fólk úr fimm ymiskum londum eru um dagarnar í Føroyum og hoyra um føroysku alivinnuna. Hesi fimm, ið verða nevnd fellows, eru úr Jamaika, Nikaragua, Kuba, Malavi og Sierra Leona.

Í morgun gekk leiðin úr Havnini og norðureftir. Tey skuldu út á eitt alibrúk saman við einum lúsateljara hjá Firum at telja lús. Hetta gekk tó ikki sum ætlað, tí koyrilíkindini vóru so vánalig. Á veg norðureftir varð ætlanin broytt og lúsateljingin avlýst. Í staðin varð gjørt av at steðga við Áir og fara innum í hitan hjá Firum at hugsavna seg um, hvussu vælferðarkanningar av alifiski og øðrum alidjórum kann skipast. Tað eru granskarar á Firum, sum standa fyri frálæruni.

Hesi fimm skilagóðu fólkini eru í Føroyum í tvær vikur. Uppihaldið í Føroyum er úrslit av samstarvi millum Ísland og Føroyar um Altjóða Menningarsamstarv. Ísland hevur seinast 25 árini havt eitt skipað altjóða menningararbeiðið, ið kallast UNESCO GRÓ Fisheries Training Programme, og seinastu árini er eitt skeið innan Burðardygga alivinnu vorðið partur av hesum. Firum hevur samstarvað við Ísland um hetta seinastu tvey árini.

Tey fimm skulu verða í Íslandi í 6 mánaðir og fáa undirvísing og innlit í ymiskar tættir, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna. Vit í Føroyum hava hollan kunnleika og drúgvar royndir um, hvussu alivinnan kann skipast og hvørji viðurskifti hava týdning. Tað er tí vit eru farin undir at samstarva við Ísland.

Granskarar á Firum hava verið í Íslandi og havt framløgur. Nú eru fimm fellows í Føroyum og væntandi verða granskarar frá Firum vegleiðarar hjá onkrum teirra, tá tey í vár skulu gera granskingarverkætlanir.

Skráin fyri hesar báðar vikurnar er skipað við vitjanum hjá virkjum og myndugleikum, fyrilestrum eins og vit saman umrøða ymisk evni og avbjóðingar. Harafturat skulu tey gera hvør sína granskingarverkætlan, ið viðgerð og greinar okkurt evni frá teirra heimlandi.

Hóast viðurskiftini viðv. alivinnu í Afrika, Miðamerika og Føroyum eru sera ymisk, bæði tá tað kemur til veðurlag, sløgini, ið verða ald og almennu skipanirnar, so ber væl til finna evni, ið eru viðkomandi, so sum vælferð, vatngóðska, umhvørvisviðurskifti, skrásetingar o.a.

Fyri okkum á Firum er hetta eitt sera áhugavert og viðkomandi samstarv, sum bæði er mennandi fyri hesar fellows og okkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo