Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Nú er greitt hvørjir ársins FM-finalistar í borðtennis eru. Hetta er greitt eftir at innleiðandi FM-kappingin varð spæld í høllini á Hálsi í dag, har hópin av spennandi dystum vóru, og har styrkismetingarnar tó í síðsta enda vístu seg at halda.

Í hálvfinalunum hjá monnum hittust Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, sum hava verið í FM-finaluni síðstu tvey árini, og har hálvføroyski Albert, sum spælir við Hillerød GI í Danmark, hevur vunnið báðu ferðirnar.

Hesaferð gav Fróði honum skarpan gang og var á odda 2-0, men Albert kom væl aftur í aftur og vann at enda hálvfinaluna 4-2. Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at Fróði ikki er í FM-finaluni, meðan Albert framvegis ikki hevur tapt ein dyst í FM-samanhangi.

Í hinari hálvfinaluni vóru tað Tór-liðfelagarnir, Hallur Thorsteinsson og Ári Fríðason Jensen, sum hittust. Hallur hevur verið sera væl upplagdur hetta kappingarárið, og hetta staðfesti hann eisini í hálvfinaluni, har hann vann ein 4-0-sigur á 19 ára gamla Ára, sum tó enn hevur tíðina fyri sær at vinna inn á teir meiri royndu leikararnar.

Hjá kvinnunum verður talan um eina endurtøku av FM-finaluni frá í fjør, har Britt Michelsen og Anja Wongwai hittast. Í fjør var Britt omaná í finaluni og vann sítt fyrsta FM-gull, men Anja hevur spælt væl í ár, og lagt er upp til enn eina tætta og spennandi finalu ímillum tær báðar.

Á veg í finaluna vann Britt 4-1 á Elsu Kathrinu Gisladóttir úr Tór, meðan Anja Wongwai vann 4-0 á Marin Elisabet Poulsen úr TBF.

FM-finalurnar verða spældar á felags FM-finaludegnum saman við badminton og judo í morgin. Skráin fyri finalurnar sæst niðast í greinini, og finalurnar verða stroymdar beinleiðis á YouTube-kanalini Borðtennissamband Føroya Streaming, og frá kl.13:00 verður sjónvarpað beinleiðis á KVF.

FM-finalur - leygardagin 6. apríl

Menn, einmansleikur - kl.14:55
Hallur Thorsteinsson (Tór) - Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

Kvinnur, einmansleikur - kl.13:15
Britt Michelsen (TBF) - Anja Wongwai (TBF)

Menn, tvímansleikur - kl.10:40
Hallur Thorsteinsson (Tór) / Fróði Fríðason Jensen (Tór) - Ári Fríðason Jensen (Tór) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

Kvinnur, tvímansleikur - kl.10:00
Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

Blandaður tvímansleikur - kl.11:20
Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF) - Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF)

Øll úrslitini frá innleiðandi FM-kappingini síggjast á btsf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo