

Várframsýningin 2017 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 7. apríl kl. 16.
Kim Simonsen, rithøvundur, setur framsýningina.
Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini.
12 listafólk luttaka í ár. Tey eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen.
Eins og í fjør sita Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.
Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 7. til 30. apríl 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo