Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2024? Ella vilt tú myndprýða søgur í bókini? Set teg í samband við Bókadeild Føroya Lærarafelags áðrenn 15. mars.

Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum, onkuntíð útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.

Í fjør fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at «Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni».

Søgur: Vit seta ikki treytir til innihaldið, uttan tað at tað er hóskandi til aldursbólkin. Søgan skal ikki verða longri enn 8.000 eindir, tá ið alt er íroknað.

Myndprýðingar: Send okkum myndatilfar við telduposti at meta um. Síðani er møguleiki fyri, at tú fært søgur at myndprýða.

Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.

Freistin at lata søgu og yrking er 28. apríl.

Send til ritstjórnina á teldupost: turid(at)bfl.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo