Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur latið nýggja bíðilistaskipan upp til dagstovnaøkið, har møguleiki er at skriva seg á bíðilista á upp til 4 dagstovnar og at raðfesta hesar. Heitt verður á foreldur um skriva børn teirra á bíðilista til dagstovn skjótast gjørligt og at raðfesta hesar eftir ynski.

Fleiri stovnar tú skrivar teg upp til, størri eru sannlíkindini fyri at barn títt fær eitt pláss til ynsktu byrjanartíðina.

Tey, ið eftir gomlu skipanini hava bókað eitt stovnspláss longri frammi í tíð, men ynskja stovnspláss fyrr, skulu eisini minnast til at skriva seg á bíðilista til tann stovnin við ynskta byrjanardegnum ásettum. Hevur títt barn til dømis fingið pláss frá 1. august 2025, men hevur tú tørv á at barnið byrjar fyrr, so er at seta barnið á bíðilista við ynskta byrjanardegnum.

Dagstovnar í Tórshavnar kommunu taka børn inn til stovnsbyrjan 1. februar, 1. mai, 1. september og 1. november. Miðað verður eftir at bjóða tilboð um pláss í seinasta lagi tríggjar mánaðir áðrenn byrjan. Tað vil siga, at tey, ið fáa boðið pláss til stovnsbyrjan í mai, fáa hetta at vita í seinasta lagi 1. februar. Tey, ið fáa boðið pláss til stovnsbyrjan í september, fáa hetta at vita í seinasta lagi 1. juni.

Les meira um hvussu tú skrivar títt barn upp til dagstovn á síðu okkara um uppskriving til dagstovn. Har finnur tú eisini upptøkureglurnar fyri dagstovnar í Tórshavnar kommunu.

Skriva upp til dagstovnapláss

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo