Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Tiltøk

Visit Tórshavn: Annað árið á rað verður Heysthugni í Havn hetta vikuskiftið, 30. og 31. oktobur. Tað er eitt vikuskiftið tá handlar, matstovur, kaffi- og gistingarhús spíla seg út og bjóða góð tilboð og serstakar upplivingar í býnum.

Tveir dagar har føroyingar kunnu fara eina styttri ferð til Tórshavn at orðna sær jólgávurnar ella bara taka sær av løttum eitt vikuskifti í Havn. Handlarnir bjóða nevnliga jólaumbýringarmerki hesar dagarnar. Eisini eru nógv góð tiltøk kring býin, so tað ber til at fáa nakrar góðar upplivingar við á vegnum.

Nýtt tiltak
Sum nakað nýtt verður tiltakið ‘Eitt lag á hvørjum stað’ leygardagin 31. oktobur. Hetta er eitt  nýtt og øðrvísi tiltak, sum ongantíð er roynt fyrr. Tá fara Jónas Gaard, Guðrið Hansdóttir og Die Færøsche Polkaband at framføra eitt lag í ymsum handlum og kaffihúsum í havnini. Tað vil siga, at tey spæla eitt lag og fara so avstað til næsta stað. Ongin veit nær ella hvar. Tí mást tú vera á rætta stað, røttu tíð fyri at uppliva tey. Hvør løta verður sostatt ein serstøk løta!

Havnarlív
Tey sum vilja vita, hvørji støð eru við í tiltakinum, og bara hoyra meira um Heysthugnan í Havn, kunnu fara á Facebook síðuna Havnarlív.

Tað er Visit Tórshavn sum saman við handlislívinum í Havn skipar fyri Heysthugni í Havn og Eitt lag á hvørjum stað. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #