Í morgin er veðrið tó betri enn í dag, hann minkar sum frálíður vindin niður í lítið lot av vestri men fer so eysturum og veksur vindin aftur uppí ein strúk ella hvassan vind. Samdrigið og onkur sólglotti men mest turt, hitin um 8 stig.
Týsdagin verður umleypandi veður og samregn, ættin millum landsynning og útsynning, millum strúk og lítið lot og hitin úr 12 niður í 8 stig.
Mikudagin fyrst skrið av útsynningi, minkandi sum dagurin lýður, turt fyri tað mesta og sólglottar, hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin frískur vindur av lágætt, samdrigið men turt, ímóti kvøldi vaksandi uppí strúk í vindi.
Fríggjadagin minkar vindurin sum frálíður burtur og kemur av ymsum ættum, fyrst regn men síðani íslit og turt tað mesta av degnum, eisini sólglottar, hitin millum 7 og 11 stig.
Næsta vikuskifti verður eitt lot fyrst av høgætt, seinni sunnaneftir, turt og hitin millum 7 og 10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



