At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Minningarorð

Løgi at hugsa sær, at Hildgarð ikki er ímillum okkum longur.

Kom at kenna Hildigarð gjøgnum nevndararbeiði í nevndini í Heilsuhjálparafelag Føroya í 1990 unum. Hildigarð hevði álitisstarv sum skrivari í nevndini, og var lætt at síggja, at hon var von við skrivstovuarbeiði.

Nøkur ár frammanundan høvdu hon og maðurin havt virki í Danmark, og hetta merktist væl í hennara tilgongd til arbeiði.

Í 1996, tá eg gjørdist forkvinna í felagnum, var Hildigarð ein sera góður og dugnaligur starvsfelagið og stuðul, og gjørdi hon sítt til, at arbeiðið við at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar gjørdist veruleiki.

Um sama mundi, sum vit fóru undir at arbeiða við útbúgvingunum, vóru nógvar rembingar innan eldraøki í Føroyum. Gamla heimahjálparaskipanin varð tikin av, og í staðin varð alt arbeiði umskipað til bólkarøkt. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí alt arbeiðið og mátin mann arbeiddi bleiv broyttur,. Í hesum sambandi vóru vit í Odense og vitjaðu í einum av teirra bólkum, so vit kundu seta okkum inn í alt hetta nýggja, og vera førar fyri at vegleiða limirnar í samband við stóru broytingarnar.

Heimafturkomnar fóru vit málrættað at arbeiða fyri at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar. Vit arbeiddu áhaldandi við útbúgvingini, og varð fyrsta lógaruppskotið lagt fyri Tingið í 1998, og varð einmælt samtykt, men tíverri bleiv val útskrivað, os harvið datt uppskotið burtur.

Soleiðis sum eg kendi Hildigarð, var hon ikki ein ið gav upp, um nakað ikki gekk sum ætla, so við hennara stóra stuðuli fóru vit undir aftur, at arbeiða við politisku skipanina og var gleðin stór, tá uppskotið av nýggjum var lagt fyri Tingið og bleiv samtykt og skúlin nú kundi byrja.

Hildigarð sum var skrivari í nevndini var við í samráðingunum um løn til heimahjálparar, ið skuldu til uppskúling á Heilsuskúla Føroya. Hendan avtalan “ løn undir uppskúling”, varð undirskrivað í januar 2001, og gjørdi avtalan tað, at tey, ið fóru til uppskúling fingu 80% av fullari løn á fyrsta lønarstigi meðan tey tóku útbúgvingina. Hetta gjørdi, at tey starvsfólk, ið høvdu arbeitt innan røkt og umsorgan seinastu 5 árini, í ávíst tímatal um vikuna, nú kundu fara í skúla tí tey fingu løn.

Í mai 2001 byrjaði fyrsti flokkur av næmingum á Heilsuskúla Føroya, og var Hildigarð ein av teimum, ið mannaðu fyrsta flokkin. Tær fingu prógv í november 2001, og var hetta ein stór og søgulig løta, og var Hildigarð ein av teimum fystu næmingunum, ið fekk prógv á Heilsuskúla Føroya

Eg havi hoyrt, at hendan skipanin við løn undir uppskúling er størsta førleikamenning í nýggjari tíð.

Hildigarð arbeiddi innan eldraøki í nógv ár, og var hon dugnalig, nærløgd, ærukær og sera framsøkin. Allastaðni har hon kom, gjørdist hon eitt stórt álit fyri sítt arbeiðspláss, og var hon ein góð fyrimynd fyri onnur.

Vit høvdu sera gott samstarv, og var tað altíð stuttligt og áhugavert at práta við Hildigarð. Vit kundu tosa um alt frá at dekka borð rætt og til alla verðins situatiónina. Hildigarð hevði sína meining um tingini, og var hon sera gløgg og áhugaverd at lurta eftir.

Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti sær.

Hendan tíðin vit sótu saman í nevndini í Heilsuhjálparafelag Føroya knýtti vinabond fyri lívið. Hóast vit fóru ymiskar leiðir í lívinum, høvdu vit altíð samband, og var tað altíð stuttligt at tosa saman og minnast á gamlar dagar og annars tað, ið rørdist í samfelagnum.

Hildigarð var ein av teimum, ið var við til at byggja land og leggja rygg til har á stóð. Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja.

Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja til hana og fáa eitt prát um verðins situatiónina.

Saman við Hildigarð untist mær at vera fleiri túrar í Danmark, og gistu vit nakrar ferðir hjá Duritu, Boga og Baldur, ið tá var lítil.

Mínir tankar fara til tykkum, ið eftir sita og vil eg ynskja tykkum alt gott í komandi tíð, hóast saknurin er stórur.

Goymd men aldrin gloymd.

Ása Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #