Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag, nøgd og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai.

Herfyri varð ein grein almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science, sum snýr seg um hetta samanspælið millum reyðæti, havumhvørvi og uppsjóvarfisk.

Tá sildin er liðug at gýta fram við norsku strondini, er hon svong og leitar út á opið hav at finna sær føði. Frá umleið mars til mai ferðast sildin miðvíst út frá norsku strondini og vestureftir ímóti Íslandi. Høvuðsføðin hjá norðhavssild er reyðæti, sum eisini verður nevnt Calanus finmarchicus. Hetta reyðæti finst í stórum nøgdum, bæði í Norskahavinum og Íslandshavinum. Í Íslandshavinum er tó eitt líknandi, men artiskt, slag av størri reyðæti, ið nevnist Calanus hyperboreus, sum er av stórum týdningi í vestara økinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo