Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Myndin vísir miðalnøgd av silikati í ovastu 200 m av Irmingarhavinum í mars, út frá mátingum (grøn strika) og út frá modelútrokningum (blá strika). Kelda: www.hav.fo

Myndin vísir miðalnøgd av silikati í ovastu 200 m av Irmingarhavinum í mars, út frá mátingum (grøn strika) og út frá modelútrokningum (blá strika). Kelda: www.hav.fo

tv.fo: Í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna greiddi Hjálmar Hátún, havgranskari á Havstovuni, at botnfiskiskapurin á nærleiðunum møguliga fer at halda áfram at minka komandi árini vegna umhvørvisbroytingar. Tað kann tó eisini geva nýggjar veiðumøguleikar.

Evnið í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna er burðardyggur fiskiskapur á nærleiðunum. Verturin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, hevði sett fleiri viðkomandi serfrøðingum stevnu at viðgera støðuna og útlitini fyri botnfiskavinnuna. Marita Rasmussen, nýggi stjórin á Havstovuni, Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, og Anfinn Olsen, reiðari, vitjaðu sjónvarpsstovuna.

Sum havgranskari á Havstovuni hevur Hjálmar Hátún, phd, serligan áhuga í at greina, hvussu broytingar í havumhvørvinum kring Føroyar kunnu ávirka eitt nú nøgd av fiskayngli og ferðing hjá makreli. Hetta greiddi Hjálmar frá í áhugaverdari samrøðu í sendingini á Rás 1 í Televarpinum.

Ógvuslig minking í nøgdini av tøðevnum
Hjálmar Hátún fekk saman við øðrum granskarum herfyri almannakunngjørt nýggja granskingargrein í altjóða viðurkenda The Hansbook of Environmental Chemistry. Greinin tekur samanum havfrøðina í í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum við denti á viðurskiftum, sum ávirka nøgd av tøðevnum.

- Veðurlagsbroytingar viðføra lækkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum, greiddi Hjálmar frá. Broytingarnar kunnu bæði vera natúrlig variatión í veðurlagnum, drúgv syklus sum eisini síggjast í grafinum, har nøgdin av tøðevnum var vaksandi fram til mitt í 1980’unum. Síðani hevur nøgdin verið stútt minkandi. Hetta kann vera natúrliga umskifti, men tað kann eisini skyldast nógv umrøddu mannaskaptu veðurlagsbroytingunum.

Ovurveiða nýtist ikki vera orsøkin til fiskaloysi
- Júst hesi áratíggjuni síðani síðst í 1980’unum hava vit sæð eina javna niðurgongd í botnfiskaveiðuni eftir toski, hýsu og upsa undir Føroyum, staðfesti Johnny í Grótinum, vertur. Kunnu minkandi nøgdirnar av tøðevnum í sjónum vera ein frágreiðing upp á minkandi fiskiveiðuna?

- Tað er hugsandi, men tað er ikki vist, svaraði Hjálmar. Samanfallandi talseriur er ikki nøkur vissa fyri orsøk og virknað. Men vit vita, at tøðevnini eru týðandi partur av gróðrinum í havinum, tí er eisini greitt, at heldur hendan minking fram, verða stórar og varðandi broytingar í fleiri vistskipanum um hesar leiðir.

- Vit kunnu í øllum førum læra av hesi gransking, at tað eru aðrar møguligar orsøkir til minkandi fiskastovnarnar enn ovurveiða. At vit nýtast ikki neyðturviliga at peika fingrar eftir hvørjum øðrum, tí úti frá givnar broytingar í havumhvørvinum kunnu eisini vera atvoldin. Tað eiga vit at granska nærri og taka hædd fyri í fiskafrøðiligu stovnsmetingunum og tilráðingunum.

Kanska eitt farvæl til toskin
- Um veðurlagsbroytingarnar eru veruliga orsøkin til minkandi botnfiskastovnarnar undir Føroyum, kann tað vera – og tað vóni eg veruliga ikki – eitt endaligt farvæl til veiðu eftir klassisku botnfiskasløgunum undir Føroyum, staðfesti Hjálmar í samrøðuni. Men vit vita hetta ikki fyri vist enn.

Kunnu broytingarnar í havumhvørvinum føra nakað gott við sær?

- Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Broytingarnar í havumhvørvinum eru óiva ein partur av forkláringini uppá broytta ferðingarmynstrið hjá eitt nú makreli, og tað kann hugsast, at vit koma at síggja fleiri onnur meira eksotisk fiskasløg vaksa í nøgdum um okkara leiðir. Vit mugu tí vera fleksibul og tilreiðar at gagnnýta nýggju veiðumøguleikarnar.

Lurta eftir ráðgevingini, Árni Skaale!
Í sendingini var eisini drúgv samrøða við nýggja stjóran á Havstovuni, Maritu Rasmussen, um granskingarstovnin, sum skal yvirvakja støðuna hjá fiskastovnunum og havumhvørvinum umframt koma við tilráðingum til fiskivinnupolitisku myndugleikarnar. Spurd um tilmælini frá Havstovuni taka hædd fyri nýggju granskingini hjá eitt nú Hjálmari Hátún, vissaði Marita um, at fiskifrøðiliga tilráðingin hjá bæði ICES og Havstovuni vildi taka støði í nýggjastu granskingini, eisini innan havumhvørvið.

Spurd um hon hevði nøkur góð hyggjuráð til nýliga tilnevnda fiskimálaráðharran Árna Skaale var svarið frá Maritu sera einfalt og greitt:

- Lurta eftir ráðgevingini frá fiskifrøðini, tí á Havstovuni hava vit bestu vísindaligu granskingina, sum kann geva røttu vitanina til at røttu avgerðirnar um røkt av fiskastovnunum.

Sendingin Búskapur & Vinna verður endursend á Rás 1 hjá Televarpinum sunnukvøldið klokkan 20:00. Eisini verður sendingin skjótt tøk á www.tv.fo, har fyrstu fimm sendingarnar eru tøkar nú.

Myndin vísir miðalnøgd av silikati í ovastu 200 m av Irmingarhavinum í mars, út frá mátingum (grøn strika) og út frá modelútrokningum (blá strika). Kelda: www.hav.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo