Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg fari við hesi lítlu heilsu hjartaliga at takka øllum, sum stuðlaðu Fólkaflokkinum á fólkatingsvalinum 31. okt.

Og ein heilt serlig, hjartalig og kensluborin tøkk fer til øll tey mongu, sum valdu meg persónliga!

Tað er heilt fantastiskt at uppliva eina so stóra undirtøku.

Túsund takk fyri!

Ynski eisini teimum báðum, sum vórðu vald á Fólkating, hjartaliga tillukku og Guds signing.

At enda vil eg heilsa okkum øllum við hesum framúrskarandi sálminum hjá Mikkjali á Ryggi, sum setur so mangt í perspektiv.

Miskunnsami mildi faðir,
gev í dag oss dagligt breyð!
Tú, sum grøs og liljur klæðir,
føðir fugl um hav og heyg,
fram um alt á foldum her
menniskjan tær kærast er,
trygt vit kunnu á tað líta,
ei tú vilt oss føði sýta.

2. Veit tí tú mær dagsins føði,
ei eg kann av sjálvum mær;
havsins fong og landsins grøði,
alt eg fáa má frá tær,
røkja seyðin vit sum best,
óvist er, hvat fæst í heyst,
Harrin og ei hagamaður
er tað, fyri skurði ræður.

3. Hvat kann eg av sjónum taka,
sendir Guð ei fisk í hav;
óhent nýtti eg mín haka,
um Guð ikki vøkstur gav;
fáfongt róðu vit um kapp,
vildi Guð, at grindin slapp;
føðir Guð ei fuglameingin,
ónýtt verður fleygastongin.

4. Vakur er ein veltur dalur,
grasgóð er ein albeitt líð;
tó, hvat geva kýr og smalur,
leggur Guð ei signing í!
Uttan hegni, vit og kraft
armóð høvdu øll vit havt;
gloym ei, tað er Guð, ið gevur
arbeiðsevni, tey tú hevur.

5. Síggi eg ein stakkal stríða
til at metta svangan munn,
Jesus, eg títt orð vil lýða,
ikki elska mammons grunn,
gera, sum mín Guð tað vil,
geva, har tað treingir til;
neyðarstaddan ei at gloyma
betri er enn gull at goyma.

6. Prísið Guði øll við gleði
fyri hjálp og dagligt breyð!
Ongantíð frá yngsta degi
læt hann okkum líða neyð,
hvønn ein morgun, faðir mín,
leita vil eg mær til tín,
og tá sól í hav er lækkað,
fyri dagligt breyð tær takka.

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo