Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Almannaverkið: Í november søkti Almannaverkið eftir trivnaðarstjóra, sum skal leiða Trivnaðardepilin, størsta depil í Almannaverkinum.

Trivnaðarstjórin hevur ábyrgd av øllum virkseminum í deplinum og skal tryggja, at depilin virkar sum ein savnaður og strategiskt hugsandi depil.

Setanartilgongdin er nú liðug, og avgerð er tikin um at seta Hjørdis Mortensen í starv sum trivnaðarstjóri. Hon tekur við starvinum 1. januar 2024.

Hjørdis hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari.

Hon byrjaði í Almannaverkinum í 2008 og starvaðist sum fulltrúi á skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini í seks ár. Frá 2014 til 2015 var hon sett sum fulltrúi í Viðskiftadeplinum. Í 2016 varð deildin Avgerðarskrivstovan skipað til at taka sær av visitering til trivnaðartænastur. Hjørdis tók við starvinum sum deildarleiðari í Avgerðarskrivstovuni og hevði ábyrgd av at menna nýggju deildina og skipa økið visitering av nýggjum.

Seinastu tvey árini hevur hon verið partur av stjórn og deildarleiðari í Tankasmiðjuni.

Við hesum royndum hevur hon fingið eitt gott innlit í strategiska arbeiðið í Almannaverkinum.

Hjørdis er 48 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og bachelor í fyrisiting og organisatiónsteori frá universitetinum í Bergen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo