Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá ECMWF. Týsdag kl 18. Síggja frontar ávegis inn yvir Føroyar ið byrja at trýsta køldu luftina burtur aftur í ein landnorðing. Forsíðumynd; Náttin til fríggjadag t. 24. mars kl.00. Regnøkið (grønu/gulu økini) ferðast burtur í landsynning eystan meðan kavi/vátakavi (appilsingulu økini) streyma inn av landnyrðingi. (kelda: NEA)

Veðurstovan:  Seinastu dagarnar hava vit notið gott av frontum sunnanífrá, ið hava givið okkum nakað lýggjari luft við regnið, har hitin hevur ligið um 7-8 gradir.

Hetta veðrið hevur nú gjørt enda á nógva kavanum, sum hevur ligið um allar Føroyar í longri tíð.

Sjálvt um vit eru farin at hoyra og síggja tjøldrini aftur, og kunnu gleðast at tey bera boð um várið, so noyðast vit tó enn geva tol.

Lágtrýstini sunnanfyri okkum ferðast áhaldandi í ein eystan og taka frontarnir við flógvaru luftini við sær.

Hetta gevur so aftur pláss fyri, at kaldari luft av norði við vátakava og kava kann væntast seint hósdagin og halda á fríggjadagin.

Vikuskiftið verður tí merkt av kavaælum og kulda, og fer hetta at halda á mánadagin og møguliga eisini týsdagin.

Tíbetur blíðkast forsagnirnar aftur eftir hetta, og bera boð um lýggjari luftrák týsdagin og mikudagin í næstu viku.

So eftir enn eitt skifti við kavaælum, so kunnu vit vónandi taka táttin uppaftur og gleðast um at vári hóast alt nærkast spakuliga.

Frá ECMWF. Týsdag kl 18. Síggja frontar ávegis inn yvir Føroyar ið byrja at trýsta køldu luftina burtur aftur í ein landnorðing. Forsíðumynd; Náttin til fríggjadag t. 24. mars kl.00. Regnøkið (grønu/gulu økini) ferðast burtur í landsynning eystan meðan kavi/vátakavi (appilsingulu økini) streyma inn av landnyrðingi. (kelda: NEA)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo