Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tá henda komandi vikan er farin, skriva vit hálvan mai, men vit skulu ikki vænta okkum meira hita enn eini fimm-seks stig í vikuni. Og tað er tí, at tráa høgættin ikki vil sleppa takinum.

Í morgin verður heldur meira vindur enn í dag, upp í ein strúk av landnyrðingi, onkrir sólglottar fyrrapart, mest turt og hitin um fimm stig.

Týsdagin eysturhallur norðan, upp í strúk í vindi men sum frálíður minkandi, skýggjað men turt allan dagin og hitin um 5 stig.

Mikudagin lot til frískan vind norðan, sólglottar seinnapartin, turt og hitin 3-5 stig.

Hósdagin gul til stívt andøvsgul av norði ella landnyrðingi, skýggjað men turt fyri tað mesta og sami hiti, 3-5 stig.

Fíggjadagin mestsum beinur norðan men bert gul ella lot, regn ella kavi seinnapartin og hitin 3-5 stig.

Næsta vikuskiftið kemur hann mest av eystri men tað verður lítil vindur og kanska eitt sindur lýggjari men sunnudagin fer at regna illa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo